REGLUGERÐ

Alment

Hendan reglugerð er tann yvirskipaða regulgerðin hjá MARK.

§ 1 Tal av leigarum

Loyvda tali av leigarum til minnu íbúðirnar er ásett at verða 1 persónur. Í størru íbúðunum er loyvt at búgva 1-2 persónar, og verður prísurin ásettur í samsvari við tað. 

§ 2 Útlufting

Baðirúmini hava mekaniska ventilatión. Týdningarmikið er, at luftað verður út hvønn dag, og fyri at sleppa undan fuktskaðum, skulu øll rúm haldast turr. Tað er neyðugt at lufta væl út við matgerð (nýta eymhettuna), at lufta væl út í baðirúminum eftir bað, at nýta turkitrumlu ella at turka vaskiklæðir úti, og ikki at turka vaskiklæðini inni.

§ 3 Rusk

Húsarhaldsrusk skal koyrast í plastposar í ruskbingjurnar, sum eru uttan fyri íbúðarbygningin. Tey, sum leiga, hava sjálvi ábyrgd av at beina fyri vandamiklum burturkasti, so sum glasi, battaríum og øðrum. Tað er ikki loyvt at seta rusk ella annað órudd á svalan, trappugongdina ella felagsøki annars. Sigarettstubbar og líknandi skulu beinast burtur og mugu ikki tveitast á felagsøkið.

§ 4 Húsdjór

Tað er ikki loyvt at hava djór í íbúðunum. Djór, sum eigarin hevur í búri og akvarium, verða ikki roknað sum húsdjór og eru tí loyvd. Ikki er loyvt at hava skriðdjór. Førarahundar eru tó altíð loyvdir.

§ 5 Súkklur, barnavognar og annað

Súkklur, barnavognar og annað tílíkt skulu standa á tilskilaðum øki. Umráðandi er, at tílíkt ikki er til ampa fyri aðrar leigarar, og at tað verður sett soleiðis, at lættliga slepst fram at felags hentleikum.

§ 6 Akfør og parkering

Bilar og onnur motorakfør eiga at verða parkerað soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri onnur. Tað er ikki loyvt at parkera framman fyri felags inngongdir ella ruskbingjur, tó er av- og áskipan loyvd. Bilar uttan nummarspjøldur, húsvognar, viðfestisvognar og líknandi skulu ikki setast á parkeringsøkið.

§ 7 Larmur

Fyri at hava eitt so gott grannalag sum til ber, eiga leigararnir til eina og hvørja tíð at vera hampiligir móti hvørjum øðrum. Náttarfriðurin skal virðast. Hetta merkir, at friður er millum kl. 22 og kl. 7, og tá er til dømis ikki loyvt at nýta larmandi amboð, at sparka ella at spæla harðan tónleik, uttan so at tað er avtalað við grannarnar frammanundan.

§ 8 Trappuuppgongd

Trappuuppgongdir eru ikki til spæl, renning ella larm. Har skal ikki vera óneyðugur gangur ella órudd.

§ 9 Ábyrgd og tryggingarviðurskifti

MARK tryggjar allar sínar bygningar. Leigarar hava sjálvir ábyrgd av at tryggja sínar egnu ognir.

§ 10 Skilhald

Allir leigarar eiga at vísa tol og virðing fyri øðrum leigarum. Leigararnir hava ábyrgd av, at gestir eisini halda reglugerðina. Um so er, at ein leigari ber seg hóttandi, ófantaliga ella harðliga at móti øðrum leigara ella móti umboði frá MARK, kann hetta hava við sær, at leigumálið verður uppsagt alt fyri eitt.

§ 11 Lyklar burturmistur

Um lyklar blíva burturmistir, skal leigarin rinda fyri nýggjar lyklar, sylindara og montering. Vegleiðandi prísur er 2.500 kr.

Sp/f Systemlyklar ger nýggjar lyklar, umkotan og montering, og rokning verður send fyri hetta arbeiði til leigaran. 

§ 12 Viðgerð av klagum

Leigararnir hava rætt at klaga um atburðin hjá øðrum leigarum í sama býlingi. Klagur skulu sendast skrivliga til MARK.

§ 13 Gildiskoma

Hendan regulgerð er góðkend av MARK, og er galdandi frá 16. februar 2017. MARK tilskilar sær rætt at broyta hesa regulgerð.

MARK Spf.  ·  Marknagilsvegur 86  ·  Postboks 1331  ·  110 Tórshavn  ·  Tel. 29 00 80 / 29 00 82  ·  mark@mark.fo